Meðan vit bíða eftir innliti…

Download Report

Transcript Meðan vit bíða eftir innliti…

Meðan vit bíða eftir innliti…







Tíverri situr alment innlit ikki í merginum á
føroyingum.
Stóra málið hevur verið ‘oy, sum tað er óroynt at
landsstýrismaðurin hevur gjørt sáttmála í trúnaði.’
RULE OF MAN – NOT RULE OF LAW
BYGGJA VIT TÁ LAND VIÐ LÓG?
Í veruleikanum er snýr málið seg um:
at fólkið – tit – mugu biðja um innlit og møguliga
kæra/klaga um noktan.
Vit skulu læra hetta í kvøld.
Meðan vit bíða eftir innliti…


Men meðan vit bíða eftir innliti.
Skulu vit

Umframt at læra at biðja um innlit
Hví vit hava innlit?
Hvat fevnir innlit um?
Hvussu meta vit atlit móti hvør øðrum?
Hví vit mangla politiskan og fakligan merg?
Hvat annað er til ráða at taka?

...og hví er so týðandi at vit øll biðja um innlit?





Meðan vit bíða eftir innliti…

Tað síðsta fyrst:
 ...og hví er so týðandi at vit øll biðja um innlit?
Jú, teir gomlu lógkønu søgdu:
• Optima legum interpres est consuetudo
• Besta løgtulkan er venja

• Vit mugu hava venju, case-law, menning av lóg
• Annars følnar lóg, tulkast burtur, verður avsøgd
• Sakirnar, dømini, úrskurðarnir koma í bøkurnar
Meðan vit bíða eftir innliti…

Bókin Fyrisitingarlóg




(Kári á Rógvi, Bárður Larsen):
“Skal nakað hava alment gildi, má tað vera
almannakunnugt.”
Samanfatan av norrønar mentan, samtyktari lóg,
altjóða krøvum.
“...vitan er vald, og valdið eigur at vera hjá
fólkinum.”
Meðan vit bíða eftir innliti…





Vit trilva mangan eftir orðunum:
Hetta við dulda sáttmálanum er onkursvegna...
‘Óhoyrt og í stríð við fólkaræðið’
– men hví? og kunnu vit siga hetta meiri fakliga og
neyvliga?
- og nær hava vit skilmarkað og allýst hetta
fólkaræðið?
Meðan vit bíða eftir innliti…


Í Svøríki hava tey ta avgjørdu fatan, at alment
innlit er avgerandi fyri rættarsamfelagið og
fólkaræðið. Longu í 1766 verður staðfest:
hit höra ock alla societeters och värks samt
enskildte personers memorialer, ansökningar,
projecter och förslager, betänkande, besvär med
utslag och svar derå, såsom ock alla ämbetsmäns
bevisliga så laglige som olaglige göromål och
förrättningar med hvad sig dervid tilldragit,
nyttigt eller skadeligt. Í Tr.frihetsf. 1 av 4 grundl.
Meðan vit bíða eftir innliti…


Í Svøríki er rætturin at søkja innlit og at fáa
ávirkan so í merginum, at Cornelis Vreeswiijk
skrivar um petitiónsrættin í vísuni um ‘lilla söta
hönan Agda’  Mín grái Fordur ella Medistari í karry:
Jag ska be att få ställa upp
med en visa om en tupp
Som var gammal och utsliten
impotent och väderbiten.
Hönsen klagade och gnällde
för han dem ej tillfredställde
dom skrev på en petition
'Ge vår tupp förtidspension’ (sa dom)
sama við ‘the right to remain silent í USA’
Meðan vit bíða eftir innliti…







Í Føroyum hava vit Stýrisskipanina.
Byrjanin sigur alt, meðan aðrar grundleggjandi lógir tosa um “We
the People” og “Norge er frit, selstændigt” ella líknandi, so “Í
yvirtiknum málum...”
Av óvart komu nøkur (1-5) rættindi við (rættindi
annars hildin vera ‘donsk’):
Útvarpan av tingfundum
Víðkað talufrælsi og immunitetur fyri tingfólk
Skattur ikki afturvirkni
Fólkaatkvøða sum minnilutaverja
Meðan vit bíða eftir innliti…

So komu rættindalógir

Ll. um fyrisitingarlóg
Ll. um alment innlit í fyrisitingina

...

Meðan vit bíða eftir innliti…





Innlitslógin er sera trupul, men fyri tann ið dugir at
lesa hana er nakrar greiðar meginreglur at avviga.
Øðrumegin
§§ 1 og 4: Øll almenn fyrisiting skal veita innlit
í saksviðgerð í sambandi við virksemi
myndugleikans.
Áheitan skal skila til tey skjøl ella tað mál, sum
viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við.
Nú gera tit hvør sína umsókn og vísa á sáttmálan
Meðan vit bíða eftir innliti…



Hinumegin
§ 12 Rætturin kann avmarkast í tann mun neyðugt
at verja munandi vinnuviðurskifti um fíggjarligan
týdning fyri tann persónin ella virkið
§13 Rætturin kann avmarkast í tann mun neyðugt
at verja munandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí
almenna, vinnuvirksemi tess almenna, serligar
umstøður
Meðan vit bíða eftir innliti…



Vanliga tagnarskyldan tapir fyri innliti
§ 14 2. pkt:
...er ikki galdandi viðvíkjandi tí vanligu
tagnarskylduni sambært revsilógini,
fyrisitingarlógini og tænastumannalóggávuni.



Serlig tagnarskylda kann vinna á innliti:
IL § 14, 1. pkt. ...avmarkað av serstøkum
ásetingum um tagnarskyldu, ið eru ásettar við lóg
ella við heimild í lóg fyri persónar, ið virka í
almennari tænastu ella starvi.
Meðan vit bíða eftir innliti…

Hondina upp, hvør hevur fyrr sent umsókn um
alment innlit? (ikki partsinnlit)
Hvør fleiri enn fimm ferðir?

Hvør skal hava innlitsumsóknina?

§ 15 – avgerðarmyndugleikin annars



myndugleikin ið hevur skjalið
§ 16 – avgerð um innlit sum skjótast
Innan 10 dagar skal boðast frá nær
Meðan vit bíða eftir innliti…



Hvat eigur IMR ella annar myndugleiki at svara
um ‘Sáttmála um Tunnil til Havnar’?
Dømi: teldur í Runavík, prísur kann bert vera
hildin aftur meðan tilboðini er afturlatin LUM
Prísur og aðrar skyldur hjá landinum kunnu ikki
haldast aftur. Um okkurt tøkniligt loyniligt er í,
skal umsøkjarin gerast kunnigur við restina av
innihaldinum í skjalinum.”
Meðan vit bíða eftir innliti…


Hvat er so ‘tað besta av tí heila’ ?
IMR er samt við mær í hesi tulking – at enn er frítt
innlit í sáttmálan, tí í broytingarl. uppsk. stendur:
“§ 15 a. Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin
í nýtslu, er avtalan um einkarætt ikki fevnd av
løgtingslóg um innlit í fyrisitingina.”
... Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Meðan vit bíða eftir innliti…

Verandi rættarstøða: innlit er í sáttmálan

Um tit kortini óheimilað fáa nei:




Klaga til LUM – sí www.lum.fo – oyðublað
Klaga til Løgmans – minn á SL § 33(3) um
eftirlitisskyldu løgmans
Søk um fría proces at stevna
Legg málið fyri landsstýrismálanevndina (einasti
hálvi petitiónsrættur føroyinga)
Meðan vit bíða eftir innliti…




Men hvat hevur fakligheitin at bjóða?
IMR hevur móti betri vitandi mælt til at dylja
sáttmála, sum alment innlit er í
IMR hevur givið hugskot um valdsreingjan: 1)
serlóg á tvøroyri ímóti SL § 1, 2) serlóg um
kommunalar avgerðir í brLl.
IMR hevur sett til viks alt sum Tamilmál oa. læra
Meðan vit bíða eftir innliti…








IMR fyrisititur ímóti lógini LSM er uttanfyri heimild
Lógin um tunnil sigur:
Samráðast kann við ávíst P/F (serl. avhendan)
Ongin heimild fyri tilkoyringarvegum
Onga heimild fyri bót – break off fee
Ásett, at landið kann fremja vanliga útbygging
Um ikki P/F – so útboð, má tulkast sum slíkt
vanliga er við fráboðan, freist, upplating
Undir øllum umstøðum farið at skriva undir
Meðan vit bíða eftir innliti…


Fakligheitin í Løgtinginum ikki nógv mætari
“Formansskapurin fer at nýta hetta høvið at gera
tingmenn varugar við, at tá tingmenn fáa
upplýsingar, har ásett er, at hesar skulu viðgerast í
trúnaði, so eigur henda áseting at verða vird, hetta
uttan mun til, um tað snýr seg um skjal, sum er
merkt í trúnaði, mál, sum nevnd ger av skal verða
viðgjørt í trúnaði, ella upplýsingar annars, har
tagnarskylda er áløgd ella eigur at vera vegna
almenn ella privat áhugamál.”
Meðan vit bíða eftir innliti…



Systemfeilur og umfatandi venja er bági og vansi
Dømi: Ll. um vinnuligan fiskiskap ásetir at í umsitingini
av hesi lóg skal dentur vera á at troyta og gagnnýta
tilfeingið burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og
búskaparliga – hesi er fakligt hugtak bygt á vísindalig
markvirði
At fakfólk (í starvi á Fróðskaparsetrinum) hvørt ár mæla
til ‘sama tal sum í fjør’, at embætisfólk kontrasignera og
LSM skýtur upp óbroytta veiðuorku er eklatant greitt brot
á skyldur hjá fakligheit, ráðgeving sum fyrisiting og LSM
Meðan vit bíða eftir innliti…




Annar vansi er at fakligheitin hevur so lítið at bjóða.
Pástindir um, at “hetta hevði oooonga aðrastaðni komið
fyri!” eru tvass – at gera ovuríløgur í fysiska infrakervið
er eyðkenni við fólkaræði eins og fyri alt tað øllum øðrum
ræði
‘Bridge to nowhere’, jyske motorveje, japanska
samferðslukervið, pyramidurnar, bábelstornið
Vit hava óreflekteraða danska frøðingar, sum ikki gera
skyldu sína at skriva fakliga um føroysk viðurskifti út frá
hollari gransking í føroyskum og altj. viðurskiftum.
Meðan vit bíða eftir innliti…




Eisini vansi at fólkavaldu mangla tilvitsku um støðu sína
Pástindir um, at “eg havi fingið at vita, at tað er
løgfrøðisliga í lagi” og útallilsir um at “eg eri ikki jurist”
eru undanstøkking.
Tann ið er løgmaður ER ovasti verjin av lógini, rættindum
og rættarstatinum, viðkomandi skal sjálvstøða taka støðu
og ábyrgd fyri ‘øllum tí løgfrøðiliga’
Hvussu LSM og tingfólk seta seg inn í lógina líkamikið,
men tey skulu gera hetta og hava ábyrgd
Meðan vit bíða eftir innliti…

Ábyrding fevnir um:

Skyldu at halda lógir, gera rætt,
Skyldu at gera sítt besta
Arbeiðsgevarin – fólkið – ábyrdast av vanligum mistøkum
Men viljaverk og óviðkomandi ikki fevnd NL 3-21-2
Her er endurgjaldsskylda

Týðandi Test Case: fáa vit milliónina aftur ?




Meðan vit bíða eftir innliti…







Hvat skulu vit so gera?
Jú, um bæði politisku skipanina og fakligheitina
mugu vit siga sum Cornelis:
Vi vill ha en tupp med sting
den vi har han är ju ding!
Vit mugu áseta í ‘superlóg’ at ‘ikki er lov’:
Hjá Løgtinginum at valdsreingja
Hjá Løgtinginum at undantaka serl. frá innliti
Meðan vit bíða eftir innliti…









Hvat skulu vit so meira gera?
Vit mugu fáa í lag kjakið um fakligheitina
Fakliga sannførandi argumentið skal ráða
 Ikki fakliga embætið, tittulin
Semju um at skriva fakligt tilfar
...kjak, ummæli, greinir, bøkur
Um at útbúgva í Føroyum
Um at úttala seg
Um at lyfta úttalilsini upp minsta støðið
Um at fakligheitin tænir fólkinum – valdið er hjá F
Meðan vit bíða eftir innliti…

Hvat skulu vit so annað gera?

Vit mugu fáa í lag kjakið um superlógina






Um markreglu
Um valdsreglu
Um tilfeingisreglu
Um talufrælsi
Um rættin at koma á tal (petitión)
Um at valdið er hjá fólkinum og tí er vitanin eisini