Seyðasjúkur og viðgerð

Download Report

Transcript Seyðasjúkur og viðgerð

Seyðasjúkur, fyribyrging og viðgerð
Februar

Beinveiki, seyð í gongur har sólljósið ikki
sleppur at, eigur at viðgerðast við D
vitaminum, um hann ikki fær tilskot av
kraftfóðri.

D vitaminir eru umráðandið fyri evni til at
upptaka og útnytta kálk!!
Mars-Apríl
3-4 vikur undan lembing.
 Koppseting av óm móti bráa- og
lambablóðsótt.
 Viðgerð fyri orm.

Orma- og skrubb heilivág
Clostridiusjúkur
Bráasótt.
 Lambablóðsótt.

Lembing
39,3 !!!!
 Mjólkafebur.
 Júgurbruni.
 Eftirburður.
 Deytt lamb.

Kálk og D vitamin
Júgurbruni

Júgurbruni sæst
oftast beint aftaná
lembing. Í tí
bráðfeingis støðuni
er júgurið ofta hovið,
heitt og mislitt. Ærin
hevur ofta nógvan
fepur. Skjót viðgerð
er neyðug um
júgurið skal bjargast.
Antibiotika
Várfjall






Viðgerð fyri orm.
Møguliga viðgerð fyri lús.
Koppseting av lombum móti brásótt.
Koppseting av lombum (brásótt,
lambablóðsótt og garnasótt).
Koppingarevni eru í hondkeyp, garnasótt
skal tó bíleggjast!!
Viðgerð fyri sníkar í vili og lungum kann
verða neyðug at endurtaka fleiri ferðir, um
seyðurin gongur trongt ella verður fluttur.
Orm í vinstri, vili og lungum
Viðgerð 14-21 dagar undan lembing.
 Skal viðgerðast tá várfjøllini og
heystfjøllini verða gingin (eisini skal
gevast móti livraiglum).

Coccidiosa

Lomb, ímillum 4-8 vikur, eru serliga í
vanda fyri, umframt at fáa orm, eisini at
fáa coccidiosu. Serliga har nógvur
seyður gongur ár um ár.
Heystfjall (klipping)
Koppseting av sleppingarlombum og
brundlombum.
 Viðgerð fyri orm og livraiglar.

Heilasótt, Høvuðssótt
Jørðbakteria Listeria monocytogenes.
 Súrhoyggj við ph yvir 5 kann elva til
høvuðssótt.
 Skjót viðgerð er umráðandi.

Bendilormar hjá hundi

Hundar eiga at
viðgerðast ímóti ormi og
bendilormi í november
(aftaná fletting).
Steinsótt
Kemur serliga fyri hjá hornaseyði, ið er
inni.
 Atgongd til nógv vatn er umráðandi.
Seyðurin verður píndur, og fær ofta
boygdan rygg.

Garnasótt

Garnasótt er ein kronisk ólekjandi
tarmsjúka, ið kemur av Mykobakterium
paratuberkulosis. Koppseting fyribyrgir
og hevur næstan beint fyri sjúkuni.
Toxoplasmosu
Skarn frá kettu kann elva til “abortstorm”.
Seyðahús, krubbur osfr. kunnu leiða til
tað.
Skurv
Virussjúka.
 Kann smitta fólk (Hundaland).

Kattaklógv
Serliga ungur seyður etur Kattaklógv.
 Gevur livraskaða, ið ger at ljósviðkvomn
evni savnast í húðini.

Skrubb

Skrubb, ið serliga ger um seg hjá seyði,
ið er inni um veturin
Lús hjá seyði

Ullalúsin, tann lítla lúsin.

Førlús.
Heiligvágur móti lús og
skrubb
Ridluskriði
Hervilig ólekjandi smittandi heilasjúka.
 Heilin verður sum ein svampur
(Spongiform encephalopati).

Bendilormur hjá seyði

Sæst mest hjá lombum, er tó neyvan
nakar trupulleiki. Endospekt tekur
hendan ormin.
Vanlig viðgerð árið runt
Februar: Kalciferol (D vitamin um
neyðugt).
 Mars/apríl: Koppseting og ormaviðgerð.
 Várfjall: Koppseting bráasótt, garnasótt,
ormaviðgerð.
 Heystfjall: Koppseting av
sleppingarlombum, viðgerð fyri iglar, orm
og møguliga viðgerð fyri lús.
 Nov/des: Viðgerð av hundum fyri orm.

Lembing
Vanlig Lembing
”Uppblokking” 12-24 tímar
Klárt hvít slím, lívmóður trekkir seg saman og lembing er byrjað
Vatnbløðra og lamb verður lembt
30-60 min aftaná verður eftirburðurin ”føddur” (max 24 tímar)
Møguligar komplikatiónir
Kasta burtur
 Ov stórt lamb
 ”Fostursamanstoyt”
 Fostur liggur skeivt
 Lívmóðurhálsur ikki opnar
 Vaginalprolaps (liggur aftur úr
kroppinum)
 Vanskapt lamb

Normal lembing
Lambið liggur við beinunum frammi og
høvdinum nakað aftanfyri ”framknø”
 Lambið liggur við báðum bakbeinunum
aftur og kleyvunum ”vendandi upp”

Vaska og smyr nógv!!
Albogi boygdur, næstan sum normalt,
men ein ella báðir albogar boygdir
 Eitt ella bæði beinini liggja aftureftir
 Høvd og tunga evt tysna upp og mislitt

Vaska og smyr nógv!!!
Høvdið liggur aftureftir ella undir
lambinum
 Ov stórt lamb
 Kokulembing

Samanstoyt
Tví-og trýlembur
 Finn útav hvat fyri lamb eigur beinini!!
 Reponera tað eina og forloys hitt fyrst
